Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit hava skyldu til at menna grønar orkuloysnir.

Tá tosað verður um grønar orkukeldur í Føroyum, so verður fyrst og fremst hugsað um tær traditionellu vind- og vatnorkukeldurnar. Hetta er nokk so sjálvsagt, tí tað eru fyrst og fremst hesar báðar grønu orkukeldur, sum vit gera brúk av í Føroyum í dag. Men, aðrir orkumøguleikar eru sanniliga eisini, og her hevur Sambandsflokkurin júst fingið undirtøku í Løgtinginum fyri einum uppskoti til samtyktar, sum var orðað soleiðis:

Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg, sum hevur sum endamáls at seta ferð á alternativa og grøna orku til upphiting av sethúsum við serligum denti á orkuloysnir við vanligum jarðhita og orkuloysnir, sum kunnu gagnnýta heita vatnið í føroysku undirgrundini.

Uppskotið varð samtykt við 33 atkvøðum fyri og ongari ímóti.

Jarðfrøðiligar kanningar og skrásetingar
Jarðfeingið hevur gjørt nakað av jarðfrøðiligum kanningum og skrásetingum av flógvum keldum, men enn vantar nógv í, til komið er á mál við hesum. Tí er tað av alstórum týdningi og bráðneyðugt at seta nógv meiri ferð á hetta arbeiðið, soleiðis at finnast kann út av, hvørji øki hava besta hitan, bæði í sjálvari jørðini og eisini flógvasta vatnið.

Jarðhitin og flógva vatnið í undirgrundini eru náttúrugivnir møguleikar, sum uttan iva hava menningarmøguleikar til framtíðar upphiting av føroysku húsunum. Hesi kunnu gerast ein av loysnunum á orkutørvinum í framtíðini, saman við grønu elorkuni úr vindi og vatni, og verið við til at gjørt føroyska samfelagið minni bundið av olju til upphiting og samstundis minka útlátið av CO2 munandi.

Ferð má setast á og ætlan gerast
Mín niðurstøða er tí, at vit skjótast tilber játta Jarðfeingið nakað av peningi, soleiðis at ferð kann setast á jarðfrøðiligar kanningar og skrásetingar av flógvum keldum í Føroyum.

Mær kunnugt, so er tað ikki tann stóra peningaupphæddin, sum skal til fyri at fáa hetta arbeiðið gjørt. Men, hetta kanningararbeiðið og skrásetingararbeiðið má gerast, áðrenn farast kann víðari við eini ætlan, hvussu vit á besta hátt fáa gagnnýtt hesa grønu orku.

Vit kunnu ikki síggja burtur frá hesum spennandi, náttúrugivna og grøna orkumøguleikanum, sum vit eiga beint undir okkum. Vit mugu seta ferð á hetta, og tað hava vit eisini skyldu til.

Magnus Rasmussen
løgtingsmaður og valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo