40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Í næstum verður oljutangin á Ráðhúsinum fyltur fyri seinastu ferð. Oljan verður nú skift út við jarðhita, sum fer at hita bygningin upp í framtíðini. Við jarðhitanum fer oljufýringin á Ráðhúsinum í søguna.

Sáttmáli varð í dag undirskrivaður við Mariu Poulsen, sum stendur fyri arbeiðinum at skifta frá oljuni til jarðhitan. Hans Tausen skrivaði undir fyri Mariu Poulsen og Heðin Mortensen fyri Tórshavnar kommunu. Ráðgevi er Sp/f RAM.

Ein jarðhitapumpa fer at hita sjálvan bygningin umframt brúksvatnið. Hitapumpan gagnnýtir orkuna frá varandi orkukeldum, og sostatt verður Ráðhúsið í framtíðini hitað við eini 100% grønari hitaloysn. 

Bara í fjør brúkti Ráðhúsið 15.119 litrar av olju svarandi til áleið 150.119 kWt. Árliga rokningin fyri oljuna hevur verið 100.000 krónur. Rokningin fyri at hita Ráðhúsið fer at tódna munandi við jarðhitanum.

Við jarðhitanum er metta elnýtslan 40-50.000 kWt/ár, og CO2 útlátið fer at minka við áleið 50 - 70 prosentum.

Elorka drívur hitapumpuna, sum framleiðir hita til hitaskipanina í bygninginum. Hitapumpan fær hita úr jørðini gjøgnum slangur, sum eru boraðar niður í jørðina.

Jarðhitin á Ráðhúsinum er partur av einum orkuátaki hjá Tórshavnar kommunu, sum hevur til endamáls at leggja kommunalar bygningar um til grønar orkukeldur.

Arbeiðið at bora holini til jarðhitan byrjar beinanvegin, og um mánaðarskiftið hitar jarðhitapumpan bæði Ráðhúsið og brúksvatnið í bygninginum.

Mynd: Johnny Durhuus, orkuverkfrøðingur hjá Tórshavnar kommunu, Unn S. Perdomo, leiðari á Húsaumsitingini, Bjørg Dam, Nevndarforkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini, Hans Tausen, verkætlanarleiðari hjá Mariu Poulsen, Per Eirikur Húsgarð, søluráðgevi, Kjartan á Dul, sølustjóri og Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo