40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Semja er um at bygdirnar skulu raðfestast hægri og at kommunan áhaldandi arbeiðir við at fríðka um og gera ábøtur í allari kommununi. Býráðið skal hóskvøldið taka støðu til at játta tvær miljónir til fríðkan í bygdunum.

Ætlanin er, at allar bygdirnar í kommununi skulu verða fríðkaðar á ein ella annan hátt á hvørjum ári.

Ynskiligt er tí, at hesar 2 miljónirnar verða settar av til fríðkan úti í bygdunum, og at allar bygdirnar fáa ein part av hesi upphædd. 

Átøkini verða viðgjørd í staðbundnu nevndunum, áðrenn avgerð verður tikin um, hvørji átøk skulu gerast í teimum ymisku bygdunum.

Hóskvøldið tekur býráðið støðu til eitt tilmæli um nevndu játtan. Bæði byggi- og býarskipanarnevndin og fíggjarnevndin hava samtykt tilmælið. Verður tilmælið játtað verður tað sent til staðbundnu nevndirnar til umrøðu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo