Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ôtrúligt, at borgarstjôrin í Havn sleppur at bera ósannindi fram í tíðindunum í kvøld viðvíkjandi orkupolitikkinum og raðfestingunum til grøna orku í Tórshavnar kommunu.

Fyri tað fyrsta hevur borgarstjórin sitið við valdið i 50 ár, harav sum borgarstjóri i 12 ár.

Ongantið, ja, ongantið er ein króna sett av til orku á figgjarætlanini.

Undanfarna býrað fór undir at gera ein orkupolitikk og fekk sett ein arbeiðsbólk at geva okkum eitt tilmæli um, hvussu málið kundi røkkast at skerja útlátið.

Vit samtyktu fyrsta orkupolitikkin í søgu kommunurnar, at skerja 50 pct av co 2 i 2025 i mun til útlátstølini i 2016.

Javnaðarflokkurin atkvøddi ímóti politikkinum.

Ja, javnaðarflokkurin atkvøddi ímóti, at kommunan fekk ein orkupoltikk.

Vit fingu sett 5 mió. til orkupoltikkin i 2019 og 4 mio i 2020.

Hetta var ein byrjan, men langt frá nokk, men eisini hesum atkvøddi javnaðarflokkurin imóti.

Nú standa 2 mió. á figgjarætlanini, so tað gongur skeiva vegin.

So vinaliga Heðin Mortensen, halt teg til fakta og sannleikan.

Vit eru enn nøkur, ið fylgja væl við, hvat er gjørt og hvat sagt verður!

Annika Olsen
býráðslimur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo