Lat hann, sum vil broyta heimin, fyrst broyta seg sjálvan
- Sokrates

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Í dag 15. mai 2021 fagnaði Javni 50 ára stovningardagin við hátíðarhaldi á Vaglinum í Havn. Vant Merkið í húnar hátt. Fór inn á telduna og fann taluna fram, ið var hildin veitsludagin fyri 25 árum síðani. Hon er lagað til eina andakt.

Silvurárið 1996
Hugaligt var at sita framman fyri skýggjan og síggja sendingina úr Mykinesi, har teir eru farnir undir at rudda røkurnar í bjørgunum. Rókin var órógvað. Klettar, grót, eyrur og sandur lógu, har fuglurin skuldi reiðrast. Tess vegna var tað neyðugt at rudda røkurnar, um vón skuldi verða fyri framtíðar fuglameingi.

Ein frálík sending, sum verður nýtt rættiliga frítt, nú vit hátíðarhalda 25 ára føðingardagin hjá Javna. 1996 er í Føroyum kosið ár teirra, ið hava menningartarn. Árið ber heitið: silvurárið!

Í faldaranum “Javnatíðindi” verður sagt frá fýra høvuðsgrundum til heitið. Sjálvt um hesu fáu orð fara at snúgva seg um framtíðina, er tað ivaleyst hóskandi, at nema hesi fýra umráðini í skjótleika.

Eyðvitað byggir framtíðin á lunnar, ið eru lagdir. Tað er ómøguligt at yvirmeta týdningin av tí arbeiði, ið Landsfelagið Javni hevur lagt úr hondum teimum við menningartarni til gagns og tjóðini til miklan sóma.

Søgan um væl úr hondum greiddar batar endurljóðar í orðunum niðanvert, nú hugt verður afturá og tikið samanum. Fjórðingsøldin staðfestir støðuna í 1996:

  • Árið vit minnast tey, ið noyddust at fara til Danmarkar.

  • Árið vit heiðra tey, ið stovnaðu Landsfelagið evnaveikum at bata.

  • Árið vit gleðast saman við teimum, ið nú kunnu vera í Føroyum.

  • Árið vit ynskja, at øll eftir førimuni fáa møguleika at luttaka á jøvnum føti.

Í virðing fyri teimum báðum fyrru setningunum dvølja vit við teir báðar seinnu. 25 ár eru runnin, og sivulrtráðurin er spunnin. Vit steðga á í álvara, fagnaði og kæti. Av nýggjum verður kósin sett út í kortið móti 25 árum fyri framman.

Tó tykist tað lættari at stevna fram móti gullinum og 50 ára stovningardegnum hjá Javna. Framtíðin byggir á avrikað verk, royndir í lívsins dansi bæði niðan og undan brekku.

Sum áhugaður eygleiðari vil eg loyva mær at bera fram mína hugsjón við atliti at støðu teirra við menningartarni í Føroyum.

Í viðgerðini av vælferðarsamfelagnum tykist mær gagnligt, at vit í størri mun enn áður geva tí menniskjansliga trivnaðinum gætur. Í hvørjum menniskja slær eitt hjarta, ið er drívmegi likamsins.

Hjartað er í poetiskari talu sætið fyri kenslunum. Um kenslurnar veruliga sita í hjartanum, dugi eg ikki at siga. Tó mega vit sum samfelag í størri mun enn áður vera tilvitað um, at sosialar ábøtur gagna best, har samstarvið ímillum hjartans dupulta starv virkar.

Uttan at vera alkendur við viðurksikiftini tykist mær, at vit eru sámiliga væl fyri. Kor teirra við menningartarni eru munandi bøtt, og hugaligt er at møta hesum lívsglaðu menniskjunum ávegis saman við starvsfólki ella næstringum.

Væl lættari er at nøkta tørvin til likams enn til sálar. Í samfelagnum sum heild er tað lættari at tosa um likamið enn um menniskjans kenslur innast í hjartanum.

Tað er alment kent, at veikleiki til likams kennist meira náttúrligur enn veikleiki til sálar. Tað er serliga á hesum øki, at vit mega økja vára og fólksins tilvitsku. Tað er ein náttúrlig fylgja av tí menniskjansligu tilveruni, at nøkur fólk hava eitt kenslulív, ið at síggja til tykist øðrvísi.

Tað eg vil siga er einfalt hetta, at vit mega víðka hugtakið “normalur” og møguliga avtaka tað. Hetta innber óivað meira enn eg dugi at meta um. Ein gongd leið er, at børn uttan mun til førleika fáa loyvi at verða verandi í sínum egna nærumhvørvi, bygd ella býi.

At vaksin við menningartarni kunnu flyta heimanífrá í vardan bústað eigur at verða bjóðað øllum sum eitt tilboð. Øll hava rætt til eina innihaldsríka tilveru í Føroyum.

Innihaldsrík er tilveran, tá fólk við menningartarni í sínum innara menniskja kenna eitt nøktandi mál av trivnaði. Samfelagið eigur í enn størri mun at skapa fortreytir fyri vælveru teirra við menningartarni.

Vit kunnu nevna virksemi innan skúlans gátt, har stór framstig eru gjørd. Mær tykir, at skúlin eigur at taka børnini við menningartarni í enn størri álvara og skipa undirvísingina við serligum atliti til tørv næminganna. Ein nærverandi skúlapolitikkur, ið beinleiðis tekur atlit at tørvinum, børnini á staðnum hava.

Hetta krevur eyðvitað, at fleiri lærarar mega setast í starv. Í sergreinalestri tykist mær neyðugt, at eitt høgt mál av menniskjansligari nærveru í kærleika er ein fortreyt fyri fakligum málsetningi. Uttan nærleika og kærleika tykist mær, at tann sosiala vælveran er likamsins, meðan kenslurnar kølna, følna ella koma til sjóndar sum mistrivni.

Verður hugsað um arbeiðsmøguleikar, so fegnast vit um tey vardu verkstøðini og tað fjøltáttaða virksemið, sum námsfrøðingar og onnur skipa fyri.

Vit loyva okkum at droyma dreymar! Um vit veruliga ynsktu tað, mátti tað borið til at fingið fólk við menningartarni út á arbeiðsplássini.

Vit sum fingu heilsuna, og vitskan mentist eftir ætlan. Vit áttu at verið meira at okkum komin og givið teimum ein møguleika. Her áttu allir partar á arbeiðsmarknaðinum at sett seg niður og funnið loysnir. Tí givið er, at í slíkum samstarvi krevst umsjón, ið tekur tíð og kostar pening.

Í samráð við landsins sosialu myndugleikar máttu vit kunna komið eitt stig ávegis til gagns fyri tey við menningartarni, til gleði fyri teirra avvarðandi og Føroysku tjóðinini til miklan sóma.

Summi eru meira tarnað í menningini enn onnur, og í hesum sambandi fari eg at nevna nakað, sum vit øll hava til felags. Tað býr mær djúpt inni í hjartanum hesin sannleikin.

Ongantíð mega vit meta tey við menningartarni sum ein trupulleika, eina útreiðslu ella bága. Hesi eru foreldarnna dýrgripur og okkara medmenniskju. Í teirra egna barmi bankar teirra egna hjarta.

Latum okkum skapa karmar og skipa so fyri, at vit hoyra teirra hjartaslag og kunnu avlesa teirra ynskir. Eydnast hetta, sprettir vælveran úr jørðildi, vit at byrja við mettu sum ivasamt lendi.

Trivnaður er at lurta eftir og hoyra hjartaslagið. Tað er alla tíð og orku vert.

Ávegis fram ímóti einum samfelag, har rættur teirra skerdu í lívsins leiki verður hoyrdur, ríður javnan oman úr berginum. Neyðugt er at rudda røkurnar av nýggjum, so at gomul búseting ikki legst oyðin. Og ikki er óhugsandi, at vit skulu byggja nýtt lendi til fuglin, ið ongantíð kom á flog.

Tillukku við degnum við ynski um Guðs signing!

Orðið: ”Ber ei ótta, tú fylgið lítla, tí at væl hevur tað líkað faðir tykkara at geva tykkum ríkið!” (Lukas 12,32).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo