Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

JAVNI: Leygardagin tann 4. mai hevði Javni aðalfund í bygdarhúsinum á Strondum.

Fía Petersen, sitandi forkvinna, bar fram røðu og greiddi frá um virksemi felagsins. Marjun Lützen, dagligur leiðari, legði roknskapin fram til góðkenningar.

Fundurin viðgjørdi eisini komandi mál og forðingar hjá limunum. Eitt nú viðgjørdi fundurin bústaðartrupulleikarnar, sum síggjast aftur í vantandi minking av bíðilista til bústaðir. Tí hóast ein ávís gongd er í byggingini av bústøðum, verða aðrir niðurlagdir í somu atløgu.

Forfólka- og starvsnevndarval í Javna
Fía Petersen gjørdi av ikki at bjóða seg fram aftur sum forkvinna. Fía tók stór tøk fyri felagsskapin, og Javni takkar hana fyri fyrimyndarligan stríðsvilja øll sjey árini sum forkvinna og á skrivstovuni í tvey ár undan.

Aðalfundurin valdi Helenu F. Jørmundsson sum nýggja forkvinnu. Helena er 33 ára gomul, uppvaksin í Fuglafirði og arbeiðir við KT-menning. Eisini er hon mamma at barni við Down Syndromi.

Til stuttleika kann nevnast, at nýggja forkvinnan er navni fyrstu forkvinnu felagsins. Hon æt Helena Samuelsen, og varð vald til forkvinnu fyri 53 árum síðani.

Elisabeth Maria Rasmussen og Fía Petersen stóðu fyri vali  sum starvsnevndarlimir, og vórðu tær valdar. Nevndin fer at skipa seg í næstum og gleða seg at fara til verka.

Í Starvsnevndini hjá Javna sita:
Helena F. Jørmundsson (Forkvinna)
Annika Marr Poulsen
Elisabeth Maria Rasmussen
Fía Petersen
Ragnhild Olsen
Kristrún Kjærbo (Tiltakslimur)
 
Forfólkaval í Spyr Meg
Spyr Meg-nevndin hevði eisini forfólkaval, og her bleiv Herdis Jónsdóttir Johannesen afturvald sum forkvinna.
 
Í nevndini hjá Spyr Meg sita:
Herdis Johnsdóttir Johannesen (Forkvinna)
Meiken S. Olsen
Erla Gunnhild Marr Erlandsdóttir
Lennart Magnussen

Javnaveitslan
Eftir aðalfundin var árliga Javnaveitslan hildin. Har vóru røður og sangur, og Steintór Rasmussen undirhelt; til dans spældu Flemming og vinnmenn.

Javni takkar øllum sum komu fyri eina framúr veitslu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo