Lat hann, sum vil broyta heimin, fyrst broyta seg sjálvan
- Sokrates

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

”Jenis stuðlar banning.”

Soleiðis hevði yvirskriftin helst verið í Degi og Viku, um okkara kulturministari hevði játtað filmsstuðul til nógv umstrídda ”bannifilmin”.

Óivað hevði Jenis tá verið drigin inn í sjónvarpsstovuna at standa skúlarætt fyri Barbaru og øðrum góðum fólkum, og at svara fyri, hví hann letur almennan stuðul til málbrúk, sum okkara barnagarðar og skúlar áður hava átalað og sum liggur langt frá siðalæru føroyinga.

Jenis hevði avgjørt verið spurdur um, hvørt játtaði ”bannistuðulin” samsvarar við tey virði, ið hann sjálvur stendur fyri.

Jenis hevur ongan møguleika at sleppa undan áganginum frá teimum politiskt korrektu.

Hann segði ”nei” til stuðul og hann fekk av at vita.

Hevði hann sagt ”ja” hevði hann eisini fingið av at vita.

Okkara nýmótans kulturradikalisma hugsar ikki.

Hon rekur bert við streyminum (úr Danmark).

Og Gud náði tann føroying sum ikki er í parti við ”fínkulturinum”.

Annars kom tað greitt fram í Degi og Viku, at okkara kulturministari ikki noktar nøkrum føroyingi at banna.

Tað stendur øllum føroyingum frítt at nýta skitnan málburð.

Landsstýrismaðurin helt bara ikki, at banning átti at fíggjast við almennum stuðli og her fær Jenis avgjørt stuðul frá nógvum av sínum landsmonnum.

Vit hava helst annað at brúka pengarnar til enn at fíggja banning.

Vit føroyingar hava ymiskar meiningar um mentan og list, men eitt kunnu vit øll vera samd um.

Tað er ikki lætt at vera Jenis.

Ad-hoc toymið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo