Fyrrverandi amerikanski forsetin Jimmy Carter fylli 99 ár í dag.
Hann var 39. forseti í USA árini frá 1977 til 1981, valdur fyri demokratarnar.
Í 2002 fekk hann friðarheiðursløn Nobels fyri sítt humanitera arbeiði eftir at hann fór frá sum forseti.
Hann hevur seinastu árini verið sjúkur av húðkrabba, og segði í februar mánað, at hann ikki vildi hava meira viðgerð fyri sjúkuna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo