Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

G!: Finn tær dansiskógvarnar fram og kom og uppliv eina av størstu orkubumbunum, sum nakrantíð hevur spælt í Gøtu. JJ Paulo úr Danmark hevur røtur úr Tanzania, ein mentanarligur arvur hann ber høgt í metum. Lívligu afrotakt tónarnir hava eitt óvanliga smittandi huglað, og skiparin á skútuni, JJ Paulo, fer at fáa teg at vilja flyta beinini. Tað er ikki uttan orsøk at hesin hevur vunnið donsku tónleika heiðurslønina, DMA, fyri "Bestu konsertuppliving", og tað er heilt vist, at her fer eingin at klára at standa stillur.

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo!

Tað er fammanundan greitt, at umframt JJ Paulo (DK/TZ) , spæla  Highasakite (NO),  Of Monsters and Men (IS), Eivør (FO), The Longest Johns (UK), Omar Souleyman (SY) Aggrasoppar (FO), Hamferð (FO), Plúmm (FO), Specktors (DK), Dania (FO), Alice Boman (SE) Das Body (NO), Einangran (FO), Konsørn (FO), Jógvan (FO), Elinborg (FO), Alias Morera (FO), Knút (FO), Aiming for Enrike (NO), Ash Olsen (NO), Agat (IL), Sound of the Damned (GL) og Nelly Moar (NO) á  G! 2024.

Hvønn týsdag kl. 9.00 avdúkar G! eitt nýtt navn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo