Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tvøroyrar kommuna: Jóansøka er á Tvøroyri hetta vikuskifti og umfatandi skrá er at finna í Jóansøkublaðnum, ið er borið út, ókeypis til øll húsarhald í Suðuroynni, og talgilt her Jóansøkuskráin 2023 (calameo.com) . Í talgildu útgávuni eru ymiskar tillagingar gjørdar, í mun til ta prentaðu útgávuna. Jóansøkan hevur eisini síðu á Facebook, har ymiskt verður lagt út um stevnuna, sí her Facebook.

Hóast serliga fríggjadagurin og leygardagurin eru teir “stóru” dagarnir á jóansøku, so byrja tiltøkini longu í dag, ónsdagin 21. Juni, tá nýggi graslíkisvøllurin við Stórá verður handaður Tvøroyrar kommunu, kl. 17:30. Viðrar, verður eisini farið gongutúr niðan á Gluggarnar, hægsta fjall í Suðuroynni, nú longsti dagur er. Túrurin byrjar kl. 21:30.

Hjartaliga vælkomin á jóansøku á Tvøroyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo