40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Á árligu Jobmatch starvsstevuni hava føroyskar fyritøkur, kommunur og almennir stovnar umleið hálvthundrað størv tøk at bjóða teim vitjandi.

Eftirmetingar frá 2018 vísa, at yvir 60 vitjandi á Jobmatch fingu bjóðað eitt ítøkiligt starv, uppgávu ella starvsvenjingarpláss. Væntandi fer hetta eisini at endurtaka seg í ár.

Í 2018 taldu kvinnurnar 54% av teim vitjandi, og størsti parturin, nevniliga 79%, er  millum 23 og 38 ár. Hetta er eisini galdandi fyri mannligu vitjandi.

Í ár luttaka 62 fyritøkur og stovnar á Jobmatch, og tað er tað mesta nakrantíð.  Stóra luttakaratalið ber boð um harða kapping á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Eftirmetingar vísa eisini, at luttakarar hava stóran áhuga í at koma á tal við útisetar, fólk undir lestri, eins og yrkislærd fólk, sum búgva í Føroyum.

Øll árini hevur býtið millum vinnuliga og almenna geiran verið rættuliga javnt millum luttakarar á Jobmatch.

Starvstevnan byrjar leygardagin kl. 12, og til ber at kunna seg um skránna á jobmatch.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo