40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Teir virðisløntu punkarnir, Joe & The Shitboys, eru klárir við einum nýggjum staklagið. ”Pull The Trigger” er fyrsta lagið, sum bólkurin hevur útgivið síðan plátan The Reson for Hardcore Vibes kom út í 2019.

Síðan fyrstu plátuna hevur stuttligi og provokerandi punkbólkurin vunnið virðisløn fyri ársins navn á FMA, vunnið fyrsta plássið í tónleikakappinginið Sement, og fingið rós frá øllum frá NME til Iggy Pop. Umframt hetta hava Joe & The Shitboys eisini spælt á ymsum festivalum í Evropa og fara teir á konsertferð í Stóra Bretlandi frá 14. september til 1. oktober.

Um staklagið, Pull The Trigger, fortelur Joe:

“Sangurin snýr seg um øll tey, ið sita á sosialu miðlunum, og halda seg hava munnkurv á tí tey ikki sleppa at spreiða hatur, uttan at onnur úttala seg um tað tey siga.”

Sjónbandalagið er leikstjórnað av Terja Mohr og er filmað í viðarlundini, har ein illur Bárður Persson rennur við byrsu eftir punkarum.

Hetta er fyrsta staklagið av komandi útgávuni hjá bólkinum, ið plátufelagið Tutl útgevur í novembur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo