40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í dag 2. februar – á kyndilsmessu – eru 30 ár síðani Jógvan Fríðriksson, biskupur, byrjaði í fyrsta embæti sínum sum sóknarprestur í Norðoya eystara prestagjaldi við bústaði á Viðareiði. Jógvan varð liðugur at lesa guðfrøði við lærda háskúlan í Århus á sumri í 1985, og var prestvígdur í Havnar kirkju 19. januar 1986 av Eivindi Vilhelm, biskupi.

Jógvan var sóknarprestur Eystan Múla í 6 ár, tá ið hann tók við kallinum sum sóknarprestur í Sjóvar prestagjaldi við bústaði Innan Glyvur 1.mars 1992.

3. oktober í 2007 var Jógvan valdur sum Biskupur Føroya. 25. november var hann biskupsvígdur í dómkirkjuni av Hans J. Joensen, biskupi, og tók við embætinum 1. desember 2007.

Fólkakirkjan var yvirtikin sum føroyskt sermál í 2007. Jógvan er sostatt fyrsti biskupur í sjálvstøðugu føroysku fólkakirkjuni. Í hesum sambandi hava verið nógvar avbjóðingar í embætinum og Jógvan hevur dugað væl at leitt og samskift við nógvar ymiskar myndugleikar og persónar við tí fyri eyga, at Fólkakirkjan kann virka væl í skipan og í innihaldi.

Jógvan hevur verið sera virkin sum prestur og biskupur. Í embæti sínum er hann komin víða um í Føroyum og hevur prædikan og góða samskiftið við kirkjuráðini og prestarnar havt størstu raðfesting. Jógvan gevur sær góðar stundir at tosa við fólk um kirkjumál og viðurskifti, sum tað einstaka menniskja er upptikið av í lívsins leikum. Hann dugir væl at eygleiða og at lurta, tiga og at tala hóast hann eisini er kendur fyri at brúka nógv orð! Góðir eginleikar hjá einum kirkjuligum leiðara!

Jógvan er fólksligur í talu og í atferð. Hann dugir væl at siga frá, og oysir fegin av teimum góðu royndunum og upplivingunum, hann hevur havt sum prestur, lærari og sjómaður. Mangan verður heitt á Jógvan at halda fyrilestrar og áhugavert hevur eisini verið at hoyrt hann hugleitt í útvarpinum og á øðrum støðum um mál, sum røra seg í lívsins viðurskiftum. Væl dugir Jógvan at bera tað fram, sum liggur honum á hjarta – bæði tað, sum hevur álvarsaman og skemtiligan dám.

Tað er ikki bert tað talaða orðið, Jógvan dugir væl at miðla. Hann hevur eisini ríkað okkum við trimum góðum bókum við smálestrum: Kertur loga stillar løtur (2012), Ljós um lond og niðu (2013) og Fevnandi er frelsari mín (2016). Hetta eru andaktir, sum Jógvan hevur skrivað og framvegis skrivar á Vágaportalinum, og sum verða nógv lisnar.

Tað er altíð hugnaligt at støkka inn á gólvið í biskupsgarðinum bæði á skrivstovuni og saman við starvsfólkunum har og privat. Jógvan og Maria hava altíð dugað væl at tikið ímóti fólki og ein kennir seg sera væl.

Hjartaliga tillukku, Jógvan,við tretivu ára starvsdegnum við ynskjum um nógv góð ár aftrat í biskupsembætinum og Guds signing.

Vinir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo