Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Í dag byrjar Johan Syderbø í starvi hjá Tórshavnar Kommunu. Hann skal verða deildarleiðari á nýskipaðu Bygningsdeildini, sum er ein samanseting av húsaumsitingini og verkætlanardeildini.

Johan Syderbø er 50 ár, og hevur starvast í arkitekta-bransjuni í 25 ár.

Hann er útbúgvin byggifrøðingur frá BTH í Keypmannahavn (Erhvervsakademiet). Hann byrjaði sum 25 ára gamal hjá Árna Winther, og starvaðist síðani hjá Selmar Nielsen Arkitektar í 8 ár. Harafturat hevur Johan tikið eina masterútbúgvin í verkætlanarleiðslu í 2007, frá Greenwich University í London.

Johan kemur úr einum starvi hjá BRIM arkitektar, har hann síðani 2015 hevur verið ein av eigarunum. Hann hevur royndir sum verkætlanarleiðari í fleiri stórum verkætlanum, m.a. Skúli og Ítróttarhøll við Streymin, Røktarheimið í Vestmanna, Vága Floghavn og Føroya Tele.

Johan gleðir seg til at fara til verka, at definera uppgávurnar hjá hesi nýggju deildini, og at byggja deildina upp saman við øllum hinum starvsfólkunum.

Borgarstjórin, Heðin Mortensen og tekniski stjórin, Bogi Jacobsen ynsktu Johan Syderbø hjartaliga tillukku, og blíðan byr í nýggja starvinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo