Tórshavnar kommuna: Sunnudagin 2. desember letur framsýningin ‘Jól í Havn – ein ferð gøgnum tíðina’ upp í Auluni í Finsen.
Endamálið við framsýningini er at lýsa jólini í høvuðsstaðnum gjøgnum tíðirnar. Hvaðani stava siðirnir, ið eru knýttir at jólunum, eitt nú jólatræið, jólagávurnar og jólamaðurin?
Framsýningin er opin til 23. desember, og er harumframt opin vikuskiftið 29. og 30. desember.
Adventsvikuskiftini er verkstova fyri børn kl. 14 – 17, har vit gera heimagjørt jólaprýði.
Framsýningin er opin hvønn dag millum klokkan 14 – 17. Ókeypis atgongd.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo