Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Orð/Myndir - Løkshøll: Aftur í ár skipaði Løkshøll fyri konsertini Jól við Løkin. Konsertin var fyrstu ferð í fjør, eftir at tað í fleiri ár hevur verið tosað um at skipa fyri tílíkari konsert á Skálafjørðinum.

So skjótt tú trein inn í forhøllina – Bókasavnið við Løkin – merkti tú ein serligan hugnaligan dám. Jólaligt ljós, jólapynt, karamellur á borðinum og jólatónar frá Jóannes S. Hansen, sum sat og spældi á klaverið á bókasavninum. Løkshøll var prýdd sum ein skóg, fylt við granntrøum, kava, kertluljósum og stjørnum. –

Myndirnar, sum eru hjálagdar kunnu best lýsa pallmyndina - trýst her

Orkestrið var mannað við góðum tónleikarum. Kappellmeistari var Jákup Justinussen, sum spældi á flyglið. Við sær hevði hann brøðurnar Paula og Bárð Reinert Poulsen á ávíkavist guittara og bassi, Jógvan Andersen á ljómborði, Høgna Klakkstein á trummum og Benjamin N. Jacobsen á slagverki. Eisini var ein blásarakvartett við. Ólavur Olsen, Jens Knudsen, Eirikur Skála og Elsu Mariu Dam. Hesi settu sín serliga dám á tónleikin.

Høvuðsnavnið í ár var Linda Andrews. Linda sang nakrar av sangunum av síni jólafløgu, og eisini ein nýggjan, sum hon sjálv hevði gjørt. Linda er ein sera góð sangkvinna, sum hon vísti til fulnar hetta kvøldið. Sigrið Rasmussen vísti eisini sínar dygdir bæði sum sangara og á violinini. Sigrið fekk m.a. hjálp frá einum sera fittum og væl syngjandi barnakóri av Strondum. Heine Lutzen hevur sín egna forteljandi stíl. Hansara tulking av sanginum ‘Mítt hjarta tilhald hevur’ hjá Brorson var hæddarpunktið hjá fleiri áhoyrarum. Hesi trý eru helst teir mest royndu sangararnir, men hini komu eisini væl frá uppgávuni.  - Jórun Pólsdóttir, Jan Jacobsen, Hervør á Torkilsheyggi, Petur Hans Hansen og Barbara Gaardbo. Tveir bólkar vóru við eisini. S7EY er eitt akkapellakór, sum hetta kvøldið m.a. sang ein sang í 9 stemmum! High5 er ein bólkur við 6 monnum. Teir syngja mest sangir hjá Gaither Vocal Band, men hetta kvøldið var eisini ein upprunaføroyskur sangur við. Talan var um ‘Brátt eru jól’, sum Ásbjørn Berthelsen og Edmund Williamson hava skrivað saman.

Høvuðsdenturin á konsertini var lagdur á jólaboðskapin um Jesu føðing, men nakrir aðrir jólasangir vóru eisini at hoyra. M.a. nakrir, sum vit kenna frá Disney jólashowinum.Hetta var annað árið at ‘Jòl við Løkin’ var í Løkshøll. Ætlanin er at hetta skal vera eitt afturvendandi árligt tiltak.

Kringvarpið tók konsertina upp. Hon verður at síggja jóladag (fríggjadagin) kl. 20.45.

Konsertin verður endursend sunnudagin kl. 13.15 og mánadaign kl. 16.40.

Løkshøll ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo