Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Løkshøll: Tann 1. november lat atgongumerkjasølan til Jól við Løkin upp. Jól við Løkin er árliga jólakonsertin í Løkshøll í Runavík. Tvær konsertir vóru settar á skrá, og vóru hesar útseldar umleið ein hálvan tíma seinni.

Tí var avgjørt at hava eina eykakonsert.

Tá atgongumerkjasølan til eykakonsertina lat upp klokkan 18.00, mikukvøldið 15. november, tók tað 57 sekund til øll atgongumerkini vóru seld.

Fleiri fólk vóru komin á kunningarstovuna í Runavík, har tað bar til at keypa atgongumerki, men eisini bar til at keypa á heimasíðuni hjá Løkshøll.

Sigast má, at nógv fólk sótu klár við knøttarnar, tí at eftir 57 sekundum vóru øll setrini umbiðin, og konsertin útseld.

Av teimum umleið 15 fólkunum, sum vóru møtt á kunningarstovuni fingu bara 3 atgongumerki.

Fyrireikararnir siga, at enn er ikki avgjørt, um ein konsert verður aftrat.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo