Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Barnabati: Á hvørjum ári skipar Barnabati fyri jólahjálp til barnafamiljur, ið liva í fátækraváða. Ein umráðandi liður í hesi innsavning, er árliga jóla- og stuðulskonsertin, sum í ár var send í Kringvarpinum sunnukvøldið 12. desember.

Inn komu yvir 880.00 krónur.

Harumframt handaði Stephanie Trónd Larsdóttir Barnabata ein kekk á 117.063,50, ið hon hevur savnað við at hon í oktober mánaði skipaði fyri stórum loppumarknaði, til frama fyri Í Menniskjum Góður Tokki. Sum tølini vísa, var undirtøkan sera stór til hetta átak.

Eins og undanfarna ár, stuðlar Reyði Krossur Føroya átakinum hjá Barnabata við 1000 krónum fyri hvørja umsókn.

260 umsóknir um jólahjálp eru í ár komnar inn til Barnabata, og samanlagt fáa 550 børn jólahjálp.

Starvsfólkini hjá Barnabata arbeiða í dag við pakka brøvini, og stremba eftir at handa hesi til Posta út ímóti kvøldi. Sostatt kunnu allir umsøkjarar vænta sær svar ein av komandi døgunum.

Barnabati vil hjartaliga takka øllum, ið hava stuðlað Í Menniskjum Góður Tokki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo