40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Setti bilin uttanfyri SMS í gjár fyri at fáa mær ein bita. Nógv fólk og long kø við matstøðini. Gavst og fór út aftur at finna annað matstað. Varnaðist ein gulan lepa sum var komin fastur undir viskaranum.

Tað vísti seg at lepin var eitt hóttanarbræv frá einum syndikati har samstarv var millum Føroya Landfúta, SMS og Tórshavnar Kommuna har tey gjørdu mær greitt at eg hevði, sum tey formuleraðu tað, framt eitt brotsverk og at brotsdagurin var 22-12-21.

Hinvegin var syndikatið til reiðar at síggja burtur frá brotsgerini um eg innan 10 dagar hevðið goldið teimum kr. 200,-.

Um tey ikki høvdu fingið peningin innan 10 dagar fóru tey víðari við brotsgerini har gjaldið nú var vaksið til kr. 420.- og kundi vera sent til pantingar og tá kemur Landfútin uppí.

Eitt sindur sjelkaður kundi eg sanna, at eg hevði parkerað nakrar minuttir uttan at stilla parkeringsklokkuna. Havi parkerað har í nógv ár uttan at gjald hevur verið kravt.

Málið hevur sostatt skund nú millum jól og nýggjár. So eg leggið tað víðari til konuna sum hevur eitt gott samstarv við Betri Banka har syndikatið vil at upphæddin skal flytast til.

Jákup Petersen, Klaksvík

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo