Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Føroyingafelagið í Aarhus: Skipað verður fyri føroyskari jólagudstænastu í Aarhus. Hon verður leygardagin 10. desember kl. 14, í Christianskirkjuni, Frederikshaldsgade 15.

Lisbeth Solmunde Michelsen, prestur, prædikar.

Eftir gudstænastuna verður jólafest í kirkjukjallaranum, har ein hugnaløta verður við felagssangi, dansi um jólatræið og einum drekkamunni við onkrum søtum afturvið.

Føroyski jólamaðurin heilsar eisini uppá børnini.

Møguleiki verður eisini at senda jólaheilsur heim til familju, vinir og kenningar.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo