40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sunnudagin 11. desember kl. 16.00, verður jólakonsert á Báta- og Listasavninum í Leirvík.

Tað eru Monika Stauss á violin og Ólavur Jakobsen á gittara, ið fara at framføra. 

Tey hava sett saman eina hugnaliga og serstaka skrá við alskyns góðum tónleiki, ið hóskar til høgtíðina.

Umframt kendar tónar eftir Bach, Corelli og Schubert, føroyskan og suðuramerikanskan jólatónleik, so verður forvitnisligt lag, ið leirvíkingurin Jóannes Joensen hevur skrivað.  Jóannes hevur skrivað lagið júst til Moniku og Ólavur Jakobsen hevur sett út lagið fyri violin og gittara. Nú verður tað at hoyra – fyri fyrstu ferð,  á hesi jólakonsertini.

Monika og Ólavur hava framført saman mangar ferðir fyrr. Tey hava eisini ferðast víða við tónleiki teirra. Longu í 2005 vóru tey á konsertferð í U.S.A. og framførdu tey í  California, á Los Angeles-leiðini, fyri felagsskapin Music and Art for Youth, ið dirigenturin og violinleikarin Fredric Balazc stjórnaði. Tey vóru aftur í vár í U.S.A. og framførdu á konsertum, hesaferð í Tucson, Arizona og har umleiðir.  

Aftur var høvið at hitta og framføra fyri Dr. Balazc, ið nú er 96 ára gamal. 

Jólakonsertin verður sunnudagin 11. desember og kostnaðurin fyri atgongd til savnið er kr. 30. 

Fyri hetta fæst góður tónleikur, hugnalig samvera, kaffi/the og okkurt afturvið.

Konsertin varir í slakan tíma. Øll eru hjartaliga vælkomin. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo