Í dag fer eitt Jólaorkestur sum er samansett við næmingum hjá Nes sóknar musikkskúla og Norðljómi at spæla jólatónleik í Mentunarhøllini á Eiði.
Á konsertini verða eisini saxofon, klarinet, messsing og klaver framførslur.
Konsertin endar við at Eiðis ljómfelag millum annað spælir ein dixie útseting av disney lagnum “The bare necessities” og lagunum sum Mariah Carey hevur gjørt “All I want for Chrismas is you”.
Tey sum stjórna og skipa fyri eru: Súsanna Joensen, Christina Andersen, Anki Hansen, Jóhan Hentze, Rúni Mouritsen og Oddur Hentze.
Ein spennandi konsert fyri alla familjuna í nýggju Mentnunarhøllini á Eiði.
Øll vælkomin at lurta.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo