40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Siðvanda Jólakonsertin, har Gøtu kirkju ungdómskór syngur jólini inn, verður nú sunnudagin 11. desember kl. 19.00. 

At syngja jólini inn saman við Gøtu kirkju ungdómskórið, plagar at vera eitt serliga gott upplivilsi. Her verða nýggir og gamlir jólasangir framførdir, eins og smærru børnini úr Gøtu kirkju eisini luttaka við Luciaframførslu og sangi. 

Skráin hjá kórinum hesaferð er í ein ávísan mun siðbundin, men fer eisini at fevna um nýggjari jólaløg.

Gøtu kirkju ungdómskór, ið varð stovnað á heystið 2011, ger nógv burturúr at geva áhoyrarunum eina góða uppliving, bæði til oyru og sál. Tí venur kórið altíð sera nógv, m.a. tí kórið eisini aftur skal luttaka á kórfestivali/-kapping, hesuferð í Riga á sumri 2017. Kórið telur í løtuni 30 limir í aldrinum millum 14 og 25 ár.

Áhoyrararnir fáa sjálvandi eisini høvi til at luttaka aktivt í gjøgnum felagssang. 

Kórið vónar at nógv velja at seta 1 tíma av hendan sunnudagin áðrenn jól. Hetta skuldi verið eitt gott høvið at komi í rættan jólahýr. Eftir konsertina er ein drekkamuður í kirkjukjallaranum.

Kórið verður stjórnað av Símun Hammer, organisti í Gøtu kirkju. Umframt at framføra ein stóran part acapella, hevur kórið hevur hesaferð eisini tónleikarar á trompet, klaver og orgul við til nakrar av sangunum/verkunum. 

Konsertin er ókeypis, men høvið verður at lata eina gávu til kórið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo