40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Skipari og manning umborð á jólaskipinum boða frá, at tey koma til Runavíkar leygardagin 12. desember kl. 16.30. Jólaskipið leggur at við bátahylin.

Siðvenja hevur verið at jólamenninir syngja nakrar jólasangir saman við børnum og soleiðis verður eisini í ár. Ein pallur er settur upp nærhendis har jólamennirnir framføra.

Umframt kakao og bollar bjóða jólamennirnir eisini okkurt gott til børnini. Jólanissur og Nes sóknar Musikkfelag luttaka.  

Ein forvitnislig jólaframsýning er sett upp við Doktaragarðin.

Tvær hugnaligar smáttur, skrýddar við bommum, standa á fløtuni beint við. Í einari smáttu ber til at síggja jólabakstur hjá ommusysti, og í hinari er smiðjan hjá jólamanninum. Framsýningina hevur Anette Sonne sett upp í samstarvi við Visit Runavík.

Tiltakið byrjar kl. 16.30 og í hesum sambandi verður Gulasteinsvegur stongdur fyri koyrandi ferðslu frá Berglon til vegamótið á Fjøruvegi í tíðarskeiðnum frá 16-17.30.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo