40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Leygardagin 10.desember verður jólasøla í hugnaligu húsunum hjá Magninu og Rasmusi í Streymnesi. 

Gamli Kristian, pápi Rasmus, bygdi húsini í 1895 - seinni er bygt upp í tey. Opið verður frá kl. 17.00 til kl. 19.00.

Tað eru nakrar kvinnur í Hvalvík og Streymnesi sum skipa fyri. 

Allur peningurin sum kemur inn fer til nýggja kirkjuhúsið, sum ætlanin er at byggja í Hvalvík. 

Alt møguligt verður jólalig hondgjørt og selt. Húsini standa á Neystavegi 3, beint við fríøki hjá kommununi.

Øll eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið at hyggja, keypa og fáa eitt hugnaligt prát. Hetta skrivar Sunda kommuna á síni heimasíðu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo