Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Havnar Tennisfelag: Jón Brekku vann í gjár kappingina um føroyameistaraheitið í tennis og kann nú fyri triðu ferð kalla seg FM vinnara í harratennis.

Samstundis var tað FM vinnarin hjá kvinnunum í fjør, Katrin á Neystabø, sum aftur gjørdist gullvinnari í ár, og hon hevur sostatt tvey gullheiðursmerki tilsamans.

Jón Brekku møtti Hjalta Mohr Jacobsen í finaluni, og dystirnir teirra millum plaga at vera rættiliga javnir. So varð eisini hesaferð, men Jón Brekku átti munin og vann í tveimum settum við settúrslitunum 6-4 6-4. 

Hjá kvinnunum dystaðust Katrin á Neystabø og Rúna Seyer Eliassen, sum eisini dystaðust í FM finaluni í fjør. Eins og í fjør var tað Katrin á Neystabø, sum stóð sterkari, og hon vann eisini dystin við settúrslitunum 6-1 6-4.

Í B-kappingini hjá kvinnum vann Heidi Kollsker ein sannførandi 6-1 6-0 sigur á Rúnu Jacobsen, meðan B-finalan hjá harranum var ein brøðrauppgerð millum brøðurnar Magnus og Johan í Króki. Her var yngri beiggin kortini stinnari og vann sær reypirættindini við døgurðaborðið 6-4 6-4

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo