Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Jóna Kristin Thomsen skal skriva ein nýggjan mentanarpolitikk fyri Tórshavnar kommunu.

Jóna er útbúgvin innan samfelagsplanlegging og verkætlanarleiðslu og hevur starvast við verkætlanum hjá m.ø. Tórshavnar kommunu, arkitektafyritøkuni Kontrast og Tórshavnar Kvøldskúla.

Mentanarpolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu er yvir 20 ára gamal. Ein av uppgávunum hjá Jónu verður at greina nútíðar mentanarumhvørvið í kommununi, dagføra verandi politikk og orða nýggjar møguleikar og avbjóðingar í umhvørvinum.

Nýggi mentanarpolitikkurin verður avmarkaður soleiðis, at hann ikki umfatar skúla og ítrótt, sum verður viðgjørt fyri seg.

Jóna hevur tikið við starvinum frá 1. august at rokna. Tórshavnar kommuna ynskir henni bestu eydnu við arbeiðnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo