Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

JT electric: Føroyska fyritøkan JT electric byggir tveir nýggjar fóðurflakar til alifyritøkuna Luna. Flakarnir skulu taka 700 tons av fóðri hvør, og framkomna tøknin umborð verður framleidd av starvsfólkunum á Kambsdali. Talan er um ein nýggjan kapitul hjá JT electric, ið ætlar sær at taka kappingina upp við altjóða fyritøkur, sum byggja nýggjar flakar til alifyritøkur kring heimin.

- Vit fegnast um at Luna hevur valt okkum sum heildarveitara av hesum flakunum, sigur Suni Justinussen, stjóri á JT electric. Hetta gevur okkum royndir við nýbygningum, so vit kunnu taka næsta stig í okkara vakstrarætlan, ið er at vera føroyskur veitari av nýbygningum til alifyritøkur á altjóða marknaðinum.

Sáttmálin millum JT electric og Luna varð undirskrivaður um ársskifti, og eftir ætlan skulu nýbygningarnir leverast longu í summar.

- Vit hava arbeitt tætt saman við starvsfólkum hjá Luna tað seinasta hálvárið, sigur Ólavur Thomsen, sum sjávur hevur leitt hesar stóru verkætlanir hjá JT electric. Tað sum byrjaði við tekningum í fjør, er nú ein ítøkilig framleiðsla við okkara dugnaligu starvsfólkum í Póllandi. 

Í samband við vaksandi virksemi hjá JT electric, hava tey stovnað eitt dóttirfelag í Póllandi við framleiðslu og skrivstovum í býunum Szczecin og Świnoujście. Har eru eini 60 fólk knýtt at felagnum í samband við framleiðslu av hesum nýbygningum.

Seinastu árini hevur JT electric keypt og umbygt 14 skip til fóðurflakar til harðrenda føroyska veðurlagið. Hetta er fyrstu ferð, at fyritøkan fer í holt við at gera nýbygningar, ið annars er meira vanligt á øðrum marknaðum. Føroysku loysnirnar eru tó sermerktar við, at tær eru mentar til mest útsettu aliøkir í heiminum, tá tað kemur til aling á sjónum.

JT electric er ein føroysk fyritøka við 70 fólkum í starvi, sum menna tøkni til alivinnuna. Felagið hevur deildir í Føroyum, Danmark, Skotlandi og Póllandi.

JT electric hevur longu tikið fyrsta lopið út um Føroyar í samband við sølu av fóðurflakum. Ein fóðurflaki skal leverast til Íslands í mai mánaði. Framkomna sjálvvirkandi fóðurskipan, sum er ment av starvsfólkum hjá JT electric á Kambsdali, verður eisini dagliga brúkt til at fóðra á leið 80 milliónum laksum í alibrúkum í Føroyum, Skotlandi, Íslandi, Norra og Kanada.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo