40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Fólkakirkjan/Orð/mynd: Snorri Brend: - Tað hevur verið sera gevandi at savna alt tilfarið saman um hesar mongu og ymisku tænararnar í føroysku fólkakirkjuni – strævið til tíðir, men sera áhugavert. Allar hesar hundraðtals samrøðurnar hava í øllum førum lært meg eitt: Gud er ótrúliga kreativur.

- At hugsa sær til, at hvør einstakur av okkum og hvør einstakur kirkjutænari er skaptur unikt. Tað er barasta so ótrúligt. Og tað er júst hetta, sum eg royni at fáa fram við greinunum, sigur rithøvundurin og journalisturin, Jústinus Leivsson Eidesgaard – eisini kendur sum høvuðsleikari í sjónvarpssendingini ”Rekamaðurin av Hellunum”.

Seinastu trý árini hevur hann ferðast runt oyggjarnar við einum fyri eyga: At hitta øll tey omanfyri 600 fólkini, sum gera ella hava gjørt eina tænastu í kirkjuni – sum deknur, klokkari ella urguleikari.

Hetta er ikki hvørs mans føri at fáa alt hetta tilfarið til vega. Men við einum ótrúligum treiskni og áræði hevur tað eydnast Jústinusi at fáa fatur á øllum hesum fólkunum.

- Eg havi nakrar heilt fáar kirkjutænarar eftir, men tað verður heilt skjótt at eg komi á mál. Komandi 3-4 mánaðirnar fari eg at savna og skipa alt tilfarið, greiðir Jústinus frá.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo