40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

DUGNI: Tað eru nú tólv ár síðani fyrsta føroyska Kærleikskúlan kom út. Kærleikskúlan 2020 er sniðgivin av einum av okkara mætastu listafólkum. Á hátíðarløtuni verður almannakunngjørt, hvør hevur sniðgivið Kærleikskúluna, og listafólkið fer at greiða frá, hvat sniðið í ár ímyndar.

Kærleikskúlan er eitt yndisligt listaverk, og ein savnaragripur við einum innihaldi av sonnum virði – kærleika og vinalag. Kærleikskúlan er ein munnblást glaskúla, ið ber brá av kærleika og góðsku. Kúlan er handgjørd og hvørt upplag er avmarkað. Ikki tvær kúlur eru eins, men hvør einstøk kúla er yndislig á sín egna hátt – júst eins og hvør menniskja á jørð.

Kærleikskúlan 2020 verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið – frá 27. november og til og við 23. desember – í gávubúðum kring landið. Allur vinningur fer til, at styrkja um arbeiðsførleikar hjá málbólkinum hjá Dugna.

Skrá 27. november 2020 kl. 10.00 í Listasavn Føroya

Hedvig Johansdóttir, stjóri á Dugna, bjóðar vælkomin.

Bárur á Steig Nielsen, løgmaður, flytur fram røðu.

Kærleikskúlan 2020 verður almannakunngjørd, og listafólkið fær orðið.

Jórun Gardar, stýrisforkvinna í Dugna, handar fyrstu Kærleikskúluna 2020 til eina virðiliga fyrimynd.

Tónleikabrot

Ábit og drekkamuður verða at fáa.

Til ber at ogna sær Kærleikskúluna 2020 í Listasavninum.

Løtan verður skipað við serligum atliti til koronutilmælir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo