Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Einangran: Einangran er aftur við nýggjum staklagi, Kærleiksvísa, ið er av komandi plátu teirra, Vendir vindar, ið verður givin út 29.septembur. 

Heiðrik á Heygum og Lea Kampmann eru sangarar og sangskrivarar, ið sótu føst í somu íbúð í Keypmannahavn í fýra mánaðar, tá koronusóttin legði landið lamið í mars 2020.

Úrslitið av samstarvinum varð EPin, Einangran, har lagið, Kanska gjørdist ein landaplága í Føroyum, og vann heiðurslønina fyri besta lag á FMA 2020.

Nú er Einangran aftur við nýggjum staklagi, ið kallast, Kærleiksvísa, ið er síðsta staklagið, ið verður givið út, áðrenn plátan kemur út í septembur.

Sangurin snýr seg um um eitt par ið avgerð at taka lívsins leið saman gjøgnum ringt og gott. Stuðla og elska hvørt annað gjøgnum lívið.

Dreymakenda framleiðslan er skapað av navnframu framleiðarunum, Janusi Rasmussen, ið m.a. er kendur frá BYRTA og Kiasmos, og Sakarisi Joensen, ið er kendur sum einstaklingatónleikari undir egnum navni, og sum framleiðari fyri millum onnur Frum og Frostfelt.

Einagran geva út heildarútgávu, Vendir vindar, 29. septembur, og hava útgávukonsert í Norðurlandahúsinum 28 oktobur. Eisini verður útgávukonsert í Nordatlanensbrygge í Keypmannahavn 27 oktobur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo