Stóra sorgin er at gera sær greitt, at vit sjálvi eru orsøkin til alla okkara mótgongd
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Kaféin í Betesda fyllir 10 ár og verður hetta hátíðarhildið hósdagin 23. juni frá kl. 10-14.

Tað var á sumri í 2012 at tær báðar Marita Norðberg Sivertsen og Dagny Tróndheim tóku stig til at lata eina kafé upp í gamla møbilhandlinum hjá P/F Jóhannes úr Hvalvík, hvørs hølir samkoman í Betesda húsaðist í meðan nýtt samkomuhús var bygt á Biskupsstøð.

Hóast trongar umstøður, var farið álvarsliga til verka. Opið var hvønn dag millum 10-12. Ætlanin var at hetta skuldi vera eitt summartiltak, har húsið var sett á víðan vegg, so at øll ið komu framvið kundu koma inn á gólvið og fáa eitt gott prát, ókeypis kaffimunn og okkurt gott afturvið. Summar dagar, t.d. tá ferðamannaskip vitjaðu, kundi vera sera trongligt inni í kaféini.

Tá samkoman flytir í nýggjan bygning í 2014 var gjørt av at halda fram við kaféini, ein dag um vikuna.

Við nýggja bygninginum gjørdust hølisumstøðurnar heilt góðar og fólk úr øllum ættum streyma hósmorgnar inn í kaféina. Tað hevur verið ein sonn frøði at uppliva øll tey mongu bond ið eru knýtt millum tey vitjandi gjøgnum hesi árini.  Ein serlig gleði hevur verið at at sæð vitjandi úr ymskum bústovnum, tilhaldum, o.fl., ið gjøgnum árini eru komin á vitjan saman við hjálparfólkum úr øllum landinum.

Stigtakararnir vóna at síggja mong vitjandi á kaféini hósdagin, sum samtundis verður tann seinasta hesu megin summarsteðgin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo