Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tórshavnar kommuna: Í farnu viku var kunnandi fundur millum Ráðgevandi Verkfrøðingar SMJ og Jóhan Mortensen sum stigtakara øðrumegin, og umboð fyri Tórshavnar kommunu hinumegin.

Kunnað varð um komandi føroysk størv innan offshore-vinnuna, alivinnuna, matvøruvinnuna, rúmdar- ella spacevinnu, størv í sambandi við menning í Arktis, og tænastur innan goymslur og bunkring og maritima tænastumiðstøð í Tórshavnar kommunu.

Eisini varð kunnað um komandi tørv innan flogvallartænastu, havvindmyllulund, rúmdargransking sum nátúrligan part av lestrarumhvørvinum, altjóða marghøll, langhyl og fótbóltshøll, og spennandi vitjanir í Føroyum av útlendskum stovnum, sum í framtíðini kunnu hava tørv á samstarvi við føroyingar.

Talan var bert um ein kunnandi fund í hesum umfari. Arbeitt verður víðari við nøkrum av málunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo