40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshanar kommuna: Í gjár fekk borgarstjórin vitjan av pólsku Sabinu Poulsen. Sabina er seinastu árini vorðin kend sum ein eldsál, ið brennur fyri so mongum. Hon undirvísir í listpedagogikki og hevur leingi rikið egna fyritøku innan ferðavinnu og eisini givið eina bók út um Føroyar – er júst útbúgvin ferðaleiðari. Hon hevur búð í Føroyum í 16 ár, eigur tvey børn, og stórtrívist.

Tí hevur Sabina seinastu 16 árini mestsum eisini fingið leiklut sum umboðsfólk fyri póllendingar í Føroyum. Í løtuni er samskifti við pólsku sendistovuna í Danmark, um at skipa onkra meira formliga konsulátlíknandi umboðan í Føroyum.

Sabina greiddi borgarstjóranum frá, at yvir 100 póllendingar búgva í Føroyum fast, men fleiri enn 200 aftrat arbeiða í Føroyum í skiftum. Teir kunnu stundum hava ymiskt at avgreiða við almennar myndugleikar, sum teir skulu hava hjálp til, eitt nú uppihaldsloyvi, skattaviðurskifti v.m.

Harumframt eftirlýsir hon almenn grundskeið til póllendingar í føroyskum máli, mentan og samfelag, eisini heilt gerandislig viðurskifti, og betri kunning, so at teir betur skilja samfelagið og betur kunnu virka í samfelagnum.

Póllendingarnir í Føroyum arbeiða sera nógv, vanliga 14 tímar um dagin seks dagar um vikuna eitt ávíst tíðarskeið. Sabina vísir á, at ynskiligt hevði verið við skeiðum fyri póllendingar, men skulu skeið skipast t.d. í Kvøldskúlanum til póllendingar, so er sunnudagurin tann frægasti dagurin at brúka. Póllendingar búgva í Føroyum, sum høvdu kunnað undirvíst.

Eitt úrslit av fundinum var, at Tórshavnar Kvøldskúli nú fer at kanna møguleikarnar fyri at skipa fyri tílíkum skeiðum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo