Sjáldan stýra kenslur eftir kumpass
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í samband við at Korona var staðfest í Føroyum, blivu dagstovnar lukkaðir, tí mett var ikki ráðiligt at hava teir opnar vegna smittuvanda. Eftir eina tíð, var mett ráðiligt at lata stovnarnar uppaftur men við treytum sum frástøðu, reinføri, mongd av børnum í bólki v.m. Í hesum sambandið var áhugavert at kanna hvørja ávirkan tær broyttu umstøðurnar á stovnunum, høvdu á børnini og námsfrøðingarnar.

Tí gjørdi eg eina kanning har námsfrøðingar, sum vóru um børnini, eru spurdir um hvørja ávirkan teir mettu at Korona átøkini hava. Metingarnar hjá námsfrøðingunum eru gjørdar út frá eygleiðingum á stovnunum har børnini ganga, tá børnini komu aftur á stovn, eftir at teir høvdu verið lukkaðir vegna Korona. 

Úrslitið av kanningini verður sett í samband við gransking, sum er gjørd um trivna og menning. 71 námsfrøðingar sum arbeiða á dagstovni, hava svarað dulnevndum spurnablaðið í lukkaðum bólki fyri útbúnar námsfrøðingar á internetinum.

Sambært kanningini so meta 45% av teimum spurdu námsfrøðingunum, at teir fáa skipað fyri einum tryggum og mennandi umhvørvi fyri børnini, og 24% at teir fáa gjørt sítt arbeiði nøktandi. 75% meta ikki at tað er gott at stovnarnir eru latnir uppaftur undir teimum settu treytunum, og eru ónøgdir við hvussu mynduleikarnir hava skipað tað íkomnu kreppustøðuna. 63% av námsfrøðingunum síggja broytingar við børnunum.

Dømi uppá broytingar við børnunum: meira varin, tosa um Korona, bangin fyri Korona, skilja ikki hví tey ikki kunnu ganga frítt ímillum stovurnar, gráta meira, spyrja eftir leikunum sum plaga at vera har, meira tilvitaði um hví man skal vaska hendir, meira sárbar, meira afturhaldin og bangin fyri at nerta við onnur.
Tá spurt verður um hvussu námsfrøðingurin hevur tað, so svara 24% av teimum spurdu at tey eru nøgd ella sera væl nøgd við hvussu tey sjálvi hava tað.
Positiv ávirkan av tilmælunum eru at tað eru færri børn í bólki og meira tíð til hvønn einstakan.

Tær avbjóðingarnar sum m.a. hava verið í samband við Korona tilmælini eru: tað víðkaða reinføri, frástøða, halda tilmælini, spritta leikur, minni nærvera, avmarkingar av ymiskum slag, at øll ikki sleppa at spæla saman, at frástøða ikki samsvarar við tað arbeiði sum eigur at vera gjørt á stovni og smittuvandin.
Tær stóru broytingarnar í gerandisdegnum í samband við Korona, krevja at leiðarin tekur atlit og stuðlar og ráðgevur námsfrøðingunum, í teirra broyttu arbeiðsumstøðum, tí  radikalar broytingar kunnu viðføra persónliga krisu fyri starvsfólk (Christensen, Goldschmidt & Sundin 2010), sambært kanningini eru 72% nøgd við tann stuðulin, sum tey fáa frá sínum leiðara, í samband við tær broyttu umstøðurnar.

Í dag ganga flest øll børn á dagstovni og hevur tað sera stóran týdning, at tey trívast væl fyri at mennast og læra. Tað eru ávísar umstøður sum skulu til, fyri at barnið hevur eitt gott umhvørvi til at trívast, mennast og læra í. Sambært Unni Lind sum hevur granskað í trivnaðinum hjá børnum, so eru 4 evni, sum hava ávirkan á trivnaðin, hesi eri: fólkaræði, bólkar, viðurkenning og organisering og rammir (Lind, 2010).

Gerandisdagurin hjá børnum á dagstovnum, verður vanliga skipaður út frá dagstovnalógini, barnarættindasáttmálanum, námsfrøðiligum stevnumiðum, námsætlan og so hevur námsfrøðingurin eina fakliga vitan um arbeiði á stovninum, sum verður brúkt at arbeiða út frá, soleiðis at umstøðurnar, sum barnið hevur, er gott og mennandi.

Uppgávan hjá námsfrøðingum á dagstovnum sambært dagstovnalógini er m.a. við umsorgan, í tryggum og barnavinarligum umhvørvi, at menna og menta børnini á fullgóðan hátt og at menna barnanna andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði (Dagstovnalógin, 2000). Í Korona vegleiðing til dagstovnarnar stendur m.a. at frástøða skal vera. Um hetta verður sett í samband við arbeiði hjá námsfrøðinginum og trivnaðin hjá barninum, so er nærvera og umsorgan ein vanligur partur av arbeiðnum á dagstovni, og ein trupul avmarking at halda. Børn detta, tey gráta og hava tørv á umsorgan og klemm, og er hetta eisini ein grundleggjandi partur í tí at børnini menna empati, og tí ikki í samsvar við tað sum krevst av umstøðum fyri at barnið mennist og trívist væl. Tær royndirnar smá børn gera í samband við umsorgan, eru við til at skapa tað fatanina, sum børnini hava av umsorgan í teirra minni og væntanum til aðrar persónar, og hava tær ávrikan á kensluligu menningina hjá børnunum (Broberg, 2008) Tað at børnini eru avmarkaði og avbyrgd, kann eisini setast í samband við um børnini, í nóg stóran mun uppliva fólkaræði (Barnarættindasáttmálin, 1989) og vandin fyri at vera smittaður, setast í samband við um umhvørvið er trygt fyri børnini (Dagstovnalógin, 2000). Tað at børnini verða avmarkaði í spælinum, avmarkar eisini teirra menningar og lærumøguleikar (Kragh‐Müller, Grethe og Ringsmose, Charlotte, 2015).

Staðfestast kann at Korona hevur havt stóra ávirkan á dagstovnaøkið, bæði viðvíkjandi broyttum arbeiðshættum og trivnaðin hjá børnunum og námsfrøðingunum. Tilmælini hava tikið hædd fyri at stegga smittu spjaðing og at foreldur sleppa til arbeiðis, men hava ikki í nóg stóran mun tikið hædd fyri trivnaðinum og menningini hjá børnum, og møguleikanum hjá námsfrøðingum, at útinna sítt starv nøktandi á dagstovnum. Tað kann setast spurnartekin við um grundarlagið undir arbeiðnum á dagstovnum, sum er Dagstovnalógin kann røkkast um Korona vegleiðingi skal fylgjast. Tó skal eisini sigast at tað er ymiskt hvussu stovnar hava valt at skipa sítt arbeiði, og eru tilmælini so lýðandi broytt aftur, í samband við at smittuvandin er minkaður, soleiðis at tann vanligi gerandisdagurin, kann fara í gongd aftur. Tann positiva avleiðingin av korona er at børnini hava havt størri pláss, smærri bólkar og fleiri starvsfólk, sum gransking vísur hevur góða ávirkan á trivna, menning og læring.

Birita Arge, cand. pæd. í didaktik

Broberg, Anders (2008). Tilknytningsteori : betydningen af nære følelsesmæssige relationer. København: Hans Reitzel

Christensen, B., Goldschmidt, L. & Sundin, H. (2010). Den radikale forandrings anatomi og hvad deraf følger. Í B. Christensen, L. Goldschmidt, L. & H. Sundin, Harlekinledelse – ledelse under radikale forandringer (s. 23-42). København: Gyldendal Business.

Gregersen, Thomas og Lind, Unni (2010). Blommen i ægget – børns trivsel i daginstitutionen. København: Dafolo A/S

Kragh‐Müller, Grethe og Ringsmose, Charlotte (2015). Pædagogisk kvalitet i store og små daginstitutioner - En rapport om børns trivsel, læring og udvikling   i store og små daginstitutioner. Institut for Uddannelse og Pædagogik (DPU), Aarhus Universitet

Heinta frá https://dpu.au.dk/fileadmin/edu/Forskning/Diversitet__Kultur_og_Forandring/Ebog_-_Paedagogisk_kvalitet_i_store_og_smaa_daginstitutioner_-_feb_2015_-_web.pdf

Daginstituionens betydning for børns udvikling. EN FORSKNINGSOVERSIGT. København 2014. SFI – Det nationale forsningscenter for velfærd. Heinta frá https://www.vive.dk/media/pure/5159/276706

Mentamálarádid (2016). Námsfrøðilig stevnumið. Heinta frá https://www.mmr.fo/fo/arbeidsoki/utbugving-og-gransking/dagstovnar/namsfrodilig-stevnumid/

Dagstovnalógin (2000) Løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 30. apríl 2018 Heinta frá https://logir.fo/Logtingslog/67-fra-10-05-2000-um-dagstovnar-og-dagrokt-sum-seinast-broytt-vid-logtingslog-nr-38

Kunngerd (2006) Kunngerð nr. 32 frá 4. mai 2006 um virksemi o.a. á dagstovnum og dagrøktum heinta frá https://logir.fo/Kunngerd/32-fra-04-05-2006-um-virksemi-oa-a-dagstovnum-og-dagroktum

Barnarættindasáttmálin (1989) kunngerð nr. 6 frá 16. Januar 1992 um st-samtykt frá 20. November 1989 um rættindi barnsins. Heinta frá  https://d3b1dqw2kzexi.cloudfront.net/media/6072/barnaraettindasattmalin-tyding-11-2-2015.pdf

Heilsumálaráðið, 2020. Korona vegleiðing. Heinta frá: corona.fo/dagstovnaokid

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo