Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Diabetesfelagið: Stigtakarar til stóru spurnarkanningina av, hvussu lívið við typu1-diabetes er í Føroyum, eru Steno Miðstøð Føroya og Vanja Klein Olsen, sum er masterlesandi á Fróðskaparsetri Føroya. Aðrir luttakarar eru May-Britt Skoradal, adjunktur á Setrinum og forkvinna í Diabetesfelagnum, og Maria Skaalum Petersen, granskari á Granskingareindini á Landssjúkrahúsinum.

Endamálið við kanningini er at lýsa støðuna hjá fólki við tyou1-diabetes við m.a. at spyrja um lívsgóðsku, handfaring av diabetes, nøgdsemi, sjúklingameðvirkni og lívsviðurskifti annars.

– Úrslitini kunnu geva eina ábending um, hvørt tørvur er á ábót á økinum, ella um støðan sum heild er góð. Talgilda spurnarblaðið er dulnevnt (anonymt) og tekur umleið 10 minuttir at svara, stendur m.a. í brævinum til typu1-ararnar.

Fyri at fáa eina rætta mynd av støðuni, hevur tað stóran týdning, at so mong sum gjørligt svara kanningini, skriva Jens Andreassen og Herborg Líggjasardóttir Johannesen, yvirlæknar, eisini í brævinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo