Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Viðmerkingar til ætlan hja Landsstýrinum í sambandi við nýggja Bústaðarpakkan. Løgtingslóg um broyting í Húsalánsgrunninum mál: LM-064/2020.

Leiðslan í Bústaðir sigur, at húsaleigan hækkar 20% um teir skulu virka í kapping, geva avkast og javntsetast við vinnurekandi.

Er hetta rætt?

Lat okkum taka nøkur dømir:

Atlantic Airways: Hvør minnist ikki, tá ferðaseðlaprísirnir kostaði 5 – 6.000 kr. til Danmarkar. So kom kapping á flogferðslu, fyrst við FaroeJet og nú við SAS. Hesi feløg tóku kappingina upp við almenna monopolið. Úrslitið er, at prísirnir lækkaðu munandi og tænastan er farin nógv upp. Eingin vil aftur til tað gamla, har tað bert er eitt alment monopol.

Tryggingarfelagið Føroyar: Hvør minnist ikki, tá tryggingarfelagið hevði monopol. Kundarnir vóru noyddir til at keypa tryggingar til óneyðuga høgar prísir, tí einki alternativ var. Tú sum kundi hevði einki at skula sagt, tí einki alternativ var. So skjótt kappingin kom byrjaðu tey at siga tygum við kundan. Nú nøkur ár seinni, tá fleiri aktørar bjóða seg fram, er prísurin farin niður og tænastan upp og gamla monopolið tjenar pengar.

Hvør minnist ikki Telefonverk Føroya Løgtings. So kom Kall og vit fingu kapping. Í dag eru prísirnir munandi lægri enn fyrr og tænastan er góð. Og hóast lægri prísir og hægri tænastur, so tjena feløgini pengar.

Øll hesi feløg vóru fyrr non profit við óvanliga høgum rakstrarútreiðslum. Tá kapping kom, var man tvingaður til at reka tað skilagott.  Í dag hava feløgini avlop og virka í kapping og hava framvegis 75% av kundunum. Somuleiðis veita tey eina góða tænastu.

Feløg sum ikki verða kappingarútsett, lata allan “vinningin” verða etnan upp av umsiting.

Tað er Bústaðir eitt gott dømi um.

Kapping, javnseting og avkastkrav gevur ikki hægri leigukostna, sambært búskaparfrøði. Men tað er natúrligt at hugsa soleiðis.

Tað er prógvað ferð eftir ferð, at um vit fáa eina kapping um at levera eina vøru, so fellur prísurin og tænastan fer upp.

Eins og dømini omanfyri vísa, er tað villleiðandi at pástanda, at prísirnir fara at hækka um tað verður javntsett.

Tað lættasta hjá monopolinum er altíð at senda eykarokningar víðari til kundan.

Tað er eisini tann mest behagiliga loysnin hjá nevnd og leiðslu.

Men tað viðførur, at palliba skal gjalda meira enn neyðugt.

Í Havn fer tað, øvut tí sum onkur flokkur sigur, at gerast bíligari at leiga, enn tað er í dag.

Tað, sum er heilt víst, er, at javnsetingin noyðir Bústaðir at trimma raksturin.

Harumframt noyðist Bústaðir at byggja bíligar íbúðir til tey á niðastu rók.

Tað eru tey á niðastu rók, sum eru í neyð.

Tað eru tey sum eru taparin.

Tað er til tey vit skulu byggja. 

Eivind Jacobsen
Strendur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo