40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tórður Johannesarson skrivar: Sum lærari á miðnámi er ikki óvanligt, at ein av fyrstu spurningunum hjá næmingum er: “Fáa vit karakter fyri hetta?” Tey seinnu árini havi eg undrast á henda spurning, tí eg haldi, at tað týdningarmesta er, at næmingar koma í skúla fyri at læra. Tekur tú eitt kjak við næmingar um hetta at ganga í skúla, so er tað sera umráðandi fyri teir, at teir fáa góðar karakterir. Tað er ikki undarligt, tí líka síðan teir vóru 12-13 ára gamlir, hava teir fingið karakterir.

Tað er ógvuliga skjótt, at næmingar fáa fyrstu metini í fólkaskúlanum. Í summum skúlum brúka tey enn karakterbók. Talan er ikki um tøl, men um orðingar sum avbera gott, gott, miðal o.s.fr. Næmingar kunnu skjótt fara at identifisera seg við met, og teir kunnu finna upp á at samanbera metini. Tí er ivasamt, hvussu skilagott tað er við hesum karakterbókum.

Í fólkaskúlalógini stendur, at næmingar skulu hava tvey støðumet og eitt ársmet í 8. flokki, 9. flokki og 10. flokki. Tey seinnu árini eru flestu fólkaskúlar farnir at geva støðumet og ársmet longu í 7. flokki, og grundgevingin er, at næmingarnir skulu venja seg við karakterir. Hetta er vorðin siðvenja, og í summum skúlum verða næmingar so smátt vandir við karakterir longu í 6. flokki. Tað skal eisini viðmerkjast, at tað eru skúlar í Føroyum, sum ikki geva støðumet og ársmet fyrr enn í 8. flokki, sum kunngerðin eisini sigur.

Her er eitt yvirlit yvir støðumet og ársmet: trýst her

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo