Hóast Siri Sørensen var við í topp 24 so rakk hon ikki á mál í karaoke heimsmeistarakappingini sum hevur verið hildin í Tokyo í Japan og endaði í gjár. Heldur ikki Hallur Andreasen kom til sjálva finaluna.
At røkka topp 24 er nú heldur ikki so galið, tá hugsað verður um, at einir 30.000 luttakarar eru í kappingini at byrja við.
Jenny Ball úr Bretlandi vann kappingina.
Meira er á facebookvanganum hjá Karaoke Føroyar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo