Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Enn fleiri nøvn eru nú komin á plakatina hjá Voxbotn, sum verður 25. juni.

Umframt øll tey útlendsku nøvnini, eru eisini ein rúgva av føroyskum spennandi nøvnum á skránni á ársins konsertdegi. Og í dag er so kunngjørt, at Kári P., Rökkvi og Bára Silvansdóttir eisini fara á pall á Voxbotn 2016.

Kári P. er kendur fyri sín fólkatónleik, sum flestu føroyingar hava tikið til sín. Tey flestu kenna sangir hansara við løgum, har øll kunnu syngja við. Kári er serliga kendur fyri sínar sangir á teimum báðum plátu- og fløguútgávunum ”Vælferðarvísur” og ”Hinumegin ringvegin”. Hann fekk M. A. Jacobsens heiðursløn fyri fagrar bókmentir í 1995. Nú verður hann so at hoyra á ársins konsertdegi niðri í Vágsbotni.

Aftan fyri navnið Rökkvi goymir seg fuglfirðingurin Rógvi Oddvørson.

Rökkvi var við á Sement fyri einum ári síðani og aftaná nýggju útgávuna “Where Is The Sun”, hava teir fyri kortum verið á konsertferð í Danmark og í Grønlandi. Tónleikurin, ið bólkurin spælir, kann bólkast sum electro-rokk/popp. Løgini eru fangandi og tekstirnir bera allir íblástur frá tungu løtunum í lívinum hjá Rógva.

Bára Silvansdóttir er ein spennandi ung songkvinna, sum uttan iva kemur at gera seg enn meira galdandi innan føroyska tónleikapallin. Bára hevur givið stakløgini “Hugsar um meg” og “Renna undan” út og fyri kortum hevur unga songkvinnan givið EP’ina “Skuggar” út við fýra løgum. Í løtuni er tað serliga lagið “Loyndamál”, sum verður nógv spælt.

Umframt Kára P., Rökkvi og Báru Silvansdóttir hava fyriskipararnir longu kunngjørt, at Otto Knows, Eagle-Eye Cherry, S!VAS, Kesi, Starship við Mickey Thomas, Graham Bonnet úr Rainbow, Týr, Danny & The Veetos, Marius og Punjab verða millum mongu nøvnini, sum fara at luttaka á Voxbotn 2016. Enn eru fleiri spennandi nøvn eftir at avdúka.

Tað er so gott sum útselt til Voxbotn 2016.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo