40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

1. februar næsta ár fær føroyska løgreglan nýggjan høvuðsákæra. Talan er um Katrin Thorsvig Hansen sum í dag starvast sum stjóri í Dátueftirlitinum.

Høvuðsákæri er tað sum áður kallaðist varafúti.

Katrin Thorsvig Hansen hevur drúgvar royndir, bæði á Løgmansskrivstovuni, í danska Løgmálaráðnum og hevur eisini eitt skifti í 2018 virkað sum ákæri við Føroya rætt.

Michael Boolsen, fúti, sigur í tíðindaskrivi, at hann gleðir seg til samstarvið við Katrina, sum hann kennir sum ein "gløggan løgfrøðing við einum menniskjaligum skálkabrosi".

- Umframt at hava revsimálini um hendi fer hon eisini at hjálpa okkum við nógvu verkætlanunum, sum vit hava í gongd, sigur Michael Boolsen, fúti (leystliga umsett) í tíðindaskrivinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo