Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Kekkia er í løtuni eitt av harðast korona-raktu londunum í ES. Talið av smittaðum higartil er farið uppum 50.000 og setir nú met við yvir 3.000 nýggjum tilburðum um dagin. Tá talið fer uppum 120.000 nýggir tilburðir um mánaðin maktar heilsuverkið ikki støðuna meira.

Kekkia kláraði annars sera væl at halda smittuni niðri í vár. Men so varð gjørt av at taka av at kalla allar avmarkingar, tá summarið kom.

- Eg lat meg tøla av stemninginum, men tað var eitt stórt mistak at lata landið uppaftur, segði forsætisráðharrin, Andrej Babis, á einum tíðindafundi í dag.

Heilsumálaráðharrin, Adam Vojtech, boðaði í dag frá, at hann leggur frá sær. Í hansara stað kom alt fyri eitt farsóttarfrøðinginum Roman Prymula, sum higartil hevur hjálpt myndugleikunum at samskipa átøkini ímóti korona.

Tilsamans eru 521 fólk deyð av korona í Kekkia.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo