40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Klokken 09.41 tann 11. september 2001 trýsti Richard Drew á tøkuknøttin á sínum kamera.

Í somu løtu tók hann mynd av einum manni í fríum falli. Aftanfyri hann síggjast gráar og hvítar strípur, framsíðan á bygningunum, sum stutt eftir rapaðu: Twin Towers í World Trade Center.

Í dag eru tað 19 ár síðan, tey bæði tornini í New York City vóru rakt av einum terrorálopi, sum kostaði 2977 menniskjum lívið, broytti heimin og byrjaði "terrorkríggið".

Myndin av manninum í leysari luft var at síggja í fleiri amerikanskum avísum dagarnar eftir álopið, men skjótt var funnist at tí, og var tað sagt vera smakleyst og keynsluleyst at brúka myndina.

So góvust miðlarnir at brúka myndina, og gjørdu hana, sambært myndamanninum Richard Drew, til "kendastu myndina, sum eingin hevði sæð."

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo