Útreiðslur hækka altíð, til tær koma ájavnt við inntøkurnar
- Cecil N. Parkinson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hann er kendur, ikki bara í Svøríki men eisini í øðrum norðurlondum, tí hann hevur staðið fyri fleiri stórkeypum sum seinni hava kastað væl av sær til eigararnar. Men nú ávarar Christer Gardell ímóti bjartskygninum ið valdar á partabrævamarknaðunum, sum hann heldur er í meira lagi.

- Vit hava ikki sæð hækkandi rentur og inflatión í eini 15 ár. Nógv sum fáast við partabrøv í dag vita nóg illa, hvat hetta er, og hava als ikki verið í einum marknaði, har hesi fyribrigdini gera um seg, sigur hann við Dagens Nyheter.

Stutta tilmælið hjá honum er, at tey sum ikki vita hvat tey gera, altso eru professionellir íleggjarar og heldur ikki tola at missa íløguna, tey hava gjørt, nú umhugsa at selja og halda seg burtur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo