Lat hann, sum vil broyta heimin, fyrst broyta seg sjálvan
- Sokrates

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Kristiliga Tíðindatænastan: Fitt av fólki var savnað í samkomusalinum Lívdini í Hoyvík mánakvøldið kl.19:00, tá hjúnini Jóna og Billy Hansen skipaðu fyri Kenja-kvøldi, har fleiri framløgur vóru, sum við myndum, videoklippum og frágreiðingum varpaðu ljós á Missiónsarbeiðið, sum altjóða felagsskapurin NLAI ger millum heimleys børn og ung í kenjiska býnum Nakuru, sum ikki liggur langt frá høvuðsstaðnum Nairobi.  

NLAI stendur fyri New Life Africa International. Tað vóru donsku hjúnini Susanne og Leif Madsen, sum fleiri ferðir hava vitjað í Føroyum, ið vóru við til at byrja altjóða Missiónsarbeiði í Kenja, sum í dag hevur 26 ár á baki. Susanne og Leif Madsen vóru komin til Føroyar til tess at vera við á Kenja-kvøldinum í Lívdini.

Áhoyrarnir sótu væl í meira enn tveir tímar, meðan teir hoyrdu søgurnar um heimleys børn og mammur við børnum, sum dagliga halda til á plássum, har burturkast frá húsarhaldi verður savnað. Tað var hugaligt og lívsjáttandi at hoyra, hvussu felagsskapurin NLAI hevur hjálpt hundraðtals børnum og ungum í Nakuru burtur úr fátækradøminum við at geva teimum møguleika at koma í skúla og enntá at fáa gjøgnumført hægri akademiskan lestur. Fyrsta endamáli hjá Felagsskapinum er at geva hesum evangeliið.

Felagsskapurin rekur í dag barnaheim og skúlar, har heimleys børn og ung fáa eitt støði at byggja víðari á í lívinum. Eisini rekur felagsskapurin seymiskúlar, har fátækar mammur kunnu nema sær eina 4-ára útbúgving innan seyming, sum ger tær førar fyri at byrja egið virkið.

JENIS av RANA
Tað var Jenis av Rana, sum endaði kvøldið, har hann m.a. varpaði ljós á altjóða menningarhjálpina, sum Føroya Landsstýri stendur fyri, og var tað ein fegin mentamálráðharri, sum sannaði, at menningarhjálpin úr Føroyum hevur verið vaksandi seinastu árini. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo