Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Petur Knudsen kom á vøllin í 74. minutti ímóti Eysturríki, tá hann avloysti Jóan Símun Edmundsson - Mynd: Hans Erik Danielsen

Petur Knudsen kom á vøllin í 74. minutti ímóti Eysturríki, tá hann avloysti Jóan Símun Edmundsson - Mynd: Hans Erik Danielsen

Petur Knudsen kom á vøllin í 74. minutti ímóti Eysturríki, tá hann avloysti Jóan Símun Edmundsson - Mynd: Hans Erik Danielsen

FBF: Í Eysturríki er navnið Knudsen als ikki ókent. Fyri 31 árum síðan var Jens Martin Knudsen ein av høvuðsorsøkunum til, at allur fótbóltsheimurin varð skelkaður, tá føroyska A-landsliðið við monnum vann 1-0 á Eysturríki í EM-undankappingardysti.

Og farna sunnudag var føroysk fótbóltssøga aftur skrivað. Hesaferð var tað sonur mannin við topphúgvuni, Petur Knudsen, ið fekk sínar fyrstu minuttir fyri A-landsliðið, og mótstøðuliðið var aftur hesaferð Eysturríki.

– Tað var ein góð kensla at fáa sínar fyrstu minuttir sum A-landsliðsspælari. Tað hevur eisini leingi verið ein dreymur og eitt mál, ið eg havi sett mær. So ja, eg eri glaður fyri at Håkan Ericson gav mær møguleikan, sigur Petur Knudsen við heimasíðuna hjá FSF.

HM-undankappingardysturin á Ernst-Happel stadion sunnudagin endaði við 3-1 sigri til Eysturríki, eftir at Sonni Ragnar Nattestad annars legði føroyar á odda stutt áðrenn fyrri hálvleikur var hálvrunnin.

Fótbóltsspælarar eru ongantíð nøgdir við eitt tap, men Petur Knudsen heldur kortini, at føroyska liðið kann taka nógv positivt við sær úr dystinum móti eysturríkarum, sum í løtuni hava eitt rættuliga sterkt landslið.

– Vit eru sjálvandi ikki nøgdir við úrslitið, men eg haldi at innsatsurin var í lagi, og vit hava nógv gott at byggja á í hesum hópinum. Eg ivist heldur onga løtu í, at vit fara at fáa nøkur stig afturat í hesari undankappingini, sigur Petur Knudsen.

Tíðliga týsmorgunin setir føroyska landsliðið kós ímóti Glasgow í Skotlandi, har triðji HM-undankappingardysturin í hesum umfarinum verður spældur mikukvøldið klokkan 19:45.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo