40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Krabbameinsfelagið: Í oktobermánað varpar Bót til Bata hjá Krabbameinsfelagnum ljós á bróstkrabba. Í hesum sambandi verður møguleiki at ogna sær hesar vøkru smúkkur. Armbandi er frá Turið Mohr sniðgeva, tað er úr leðrið og silvuri og kostar 200,- kr. Oyraringarnir hevur Elin Lindenskov tilevnað, teir eru úr endurnýtslutilfari og kosta 100,- kr. parið.

Smúkkurnar kunnu keypast í samband við stuðulstiltakið Renn fyri bróstini sum verður vesturi í Vágum sunnudagin 27. september 2015 og í samband við tiltak í SMS týsdagin 29. september 2015. Eisini kunnu smúkkurnar keypast í Image í Klaksvík og Sorella í Miðvági.

1. oktober verða smúkkurnar eisini til sølu í kioskini á Landssjúkrahúsinum og Body Shop í SMS. Fleiri sølustøð verða kunngjørd seinni.

Peningurin, ið kemur inn fer óskerdur til gransking í bróstkrabba og til arbeiði í Bót til bata. Bólkurin Bót til Bata er ein sjálvhjálparbólkur hjá Krabbameinsfelagnum, og er fyri kvinnur, ið hava ella hava havt krabbamein í bróstinum. Endamálið hjá bólkinum er at ráðgeva og stuðla kvinnum, sum fáa staðfest bróstkrabba. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo