Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Seinastu umførini hevur KÍF klintrað upp eftir stigatalvuni, og fyri dystirnar um vikuskiftið hevði KÍF tikið bronsuplássið frá Drátti, men eftir 3-2 ósigur fyri TB leygardagin er spurningurin, um ikki KÍF hevur lorkað sær bronsuna burturaftur, tí við bert tveimum dystum eftir í kappingini er KÍF nú tvey stig aftanfyri Drátt á triðja plássi. Vónin hjá KÍF er nú, at Dráttur fær somu lagnu ímóti TB næsta fríggjakvøld, sum KÍF fekk fyrradagin. So kann bronsan aftur enda í Kollafirði.

TB vendi 0-2 til 3-2
Alt sá annars gott út hjá KÍF í dystinum ímóti TB, og KÍF vann tey bæði fyrstu settini 25-14 og 25-21 uttan stórvegis hóvasták, men so gjørdi TB ein ordans vørr og vann 25-21, 25-23 og 15-8. Og tá Dráttur so samstundis vann 3-0 á Mjølni, merkti tað, at Dráttur fór tvey stig framum og legði seg á bronsuplássið.

Írestandi dystir hjá Drátti og KÍF:
16. mars: KÍF-SÍ
18. mars: TB-Dráttur
26. mars : Dráttur-Fleyr
26. mars: KÍF-TB

Úrslit um vikuskiftið:
Leygardagin: Dráttur-Mjølnir 3-0 (25-19, 25-16, 25-19)
Leygardagin TB-KÍF 3-2 (14-25, 21-25, 25-21, 25-23, 15-8)
Sunnudagin TB-SÍ 0-3 (17-25, 23-25, 17-25)
Mánadagin kl. 20:00: Fleyr-Mjølnir

Nr. Lið – Dystir / Stig
1 SÍ 13 / 31
2 Fleyr 12 / 31
3 Dráttur 13 / 21
4 KÍF 13 / 19
5 TB 12 / 8
6 Mjølnir  13 / 4

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo