40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

​Hóast Kina hevði ein blómandi kultur við vælskipaðum býum, sum vóru bygdir av kønum arkitektum og planleggjarum, longu tíðliga í Miðøldini, hevur okkara vitan um hetta risastóra samfelagið verið sera beskeðin.

Gøturnar vóru aloftast beinar og breiðar við einum lívligum restauratións-aktiviteti, bæði innan- og uttandura.

Teirra býarmentan minti ikki sørt um viðurskiftini við Miðalhavið í Romaratíðini.

Men Kina slapp at "sova" og krógva seg fyri umverðini.

Nú er Kina bæði vaknað og "uppdagað".

Vert er tí at venja seg við teirra søgu og seta seg inn í tað, sum eyðmerkir teirra tankagongd.

Tey flestu hava hoyrt um Kon-Fu-Tse, tann stóra vísmannin, sum livdi áðrenn Kristi føðing.

Hansara etiski boðskapur er bæði filosofi og jura, næstan religión.

Nógv av hansara tankatilfari minnir um tær etisku reglurnar í okkara kristna Nýggja Testamentið.

Ein annar stórur filosoffur var Lao Tse, sum livdi í sættu øld. Hann grundaði tann filosofiska rættningin, Taoismuna.

Men ein tann mest sermerkti er tann sokallaði encyklopædisturin Ma-tua-lin, sum var føddur 1245 og doyði 1322.

Hann sigst hava skrivað fleiri túsind bind av leksikalum upplýsingum um gerandislív, søgu, litteratur og kunst.

Umframt sínar egnu tankar, bygdi hann nógv á tveir aðrar mætar søgu-menn, sum hann citerar og brúkar javnliga.

Tað eru teir báðir mentaðu risarnir, Zheng Qiao (1104–62)  og  Sima Guang (1019–86).

Hann sigst vera ein tann gløggasti og mest vitandi maður, sum hevur livað.

Hann er ikki so vælkendur uttanfyri Kina, men intellektuellir kinesarar rokna hann sum teirra størsta mentor og polyhistor.

Vit mugu venja okkum við nøvnini, Ma Tuan Lin, Zheng Qiao og Sima Guang, hvis vit skullu kunna forstanda kinesiska mentan, hugsan, gerandislív ella  jura.

Tann gamli Silkivegurin, sum gekk fram við Svarta havinum via  býarperluna Samarkand, líka til Kina, verður skjótt avloystur av breiðum  motorvegum, sum fara at samanbinda Gigantin Kina við Europa, bæði handilsliga og kulturelt.

Karavanur við rossum og kamelum verða skúgvaðar til viks av stórum lastbilum og aðrari bilferðslu.

Tá verður gull vert at kenna bæði Kon fu Tse, Taoismuna og Ma-Tua Lin.

Virgar T Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo