Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Her eg búgvi, kunnu nógvar kirkjur síggjast uppá eingang, tá sýnið er gott. Tað er í Havn eg búgvi, og her er komið alment stríð millum kirkjufólk, hvar teirra gudshús skal byggjast.

Tey hava teknað og bílagt alt til gudsdyrkanina. Tí í húsinum skulu tey møta og dyrka teirra komandi gud og tað, sum síðan kemur.

Eg sigi teirra, tí eg gangi ikki í kirkju.

Kortini rindi eg við gleði allan kirkjuskatt, og hevði aldri funnið uppá at melda meg út úr kirkjuni.

Men verðsliga stríðið á Argjum er mær so møtimikið, at beint nú kemur tankin til mín, at melda meg út.

Fyri fyrsti ferð í lívinum.

Gudshúsið hjá teimum er komið í so stórt split við seg sjálvt, at nú telji eg uppá knapparnar í messuakulinum, um tíðin ikki er komin, at gera eitt hirs her úti undir Kongavarða, og aksla míni skinn av nýggjum.

Lat tey telgja sær gudar, sum vilja.

Eg fari heldur at lesa Matteus, sum í klandursstøðum sum hesari altíð hevur mint meg á, at ”hvar sum tveir ella tríggir eru komnir saman í mínum navni, har eri eg mitt ímillum teirra”, sjálvt undir opnum himni, á sandi ella kletti.

Fólk, ið eru grannar við húsið, ið verður brúkt sum kirkja á Argjum, hava sagt alment, hvussu nógv síggjast ganga á hurðina.

Tað kann teljast á einari hond, hevur ein granni sagt í bløðunum.

Tað reisir so spurningin, um kirkjufólk skulu verða so fikseraði uppá eina idé, sum at telgja sær skattafíggjaðar gudar, sum fyri gudsskyld skal vera akkurát har, sum nokk so nógv ikki vilja.

Eldri fólk siga eisini, at jørðin, sum varð latin kommununi, loyvir ikki hesum, sum nú er blivið eitt klandursmál millum kirkjugangarar.

Nei, eg sigi sum Niels Hausgaard: “Eg leggi meg á hina liðina…”

Kirkjulimur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo